Vegleiðing um treytir fyri setanir

Flestallir sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum hava ásetingar um rættin hjá løntakarunum at fáa setanarskriv í sambandi við starvssetan. 

Í vegleiðingini finnur tú svar upp á spurningar, so sum:
Hvør skal hava setanarprógv?

Øll, sum eru sett í starv í meira enn ein mánað, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava setanarprógv. Løntakarin skal hava setanarprógv í seinasta lagi ein mánað eftir, at setanin er byrjað. Um arbeiðstíðin er minni enn 8 tímar í miðal í fyrstuni og síðan hækkar, er upplýsingarskyldan galdandi, tá arbeiðstíðin seinastu 4 vikurnar í miðal er meir enn 8 tímar um vikuna.

Nær skal setanarprógvið latast starvsfólkinum?

Fyri løntakarar, sum eru byrjaðir í starvinum áðrenn 1. juni 2008 og sum framhaldandi eftir 1. juni 2008 eru í starvi, er ein skiftisskipan galdandi. Eftir henni hevur arbeiðsgevarin skyldu til eftir áheitan frá løntakara at lata setanarprógv í seinasta lagi 2 mánaðir eftir áheitanina. Henda freist er eisini galdandi, um løntakarin fyrr hevur fingið setanarprógv ella líknandi, men har neyðugt er við einum ískoyti til tess at uppfylla lógarkrøvini.


Eru broytingar í setanartreytunum, ásetur lógin, at arbeiðsgevarin í seinasta lagi ein mánað eftir, at broytingin fær gildi, gevur løntakara skrivlig boð um hetta. Vit gera harafturat vart við, at munandi broytingar í setanarviðurskiftunum skulu fráboðast løntakara við eini umstillingartíð, sum svarar til uppsagnartíðina hjá viðkomandi starvsfólki.


Hava starvsfólk fingið setanarbræv, setanarsáttmála ella annað skjal frá arbeiðsgevaranum, sum prógvar setanina, og sum lýkur krøvini í lógini um setanarprógv, er ikki neyðugt, at endurnýggja avtaluna.

Setanarprógvið er eitt formligt krav, og ávirkar ikki treytirnar fyri setanini.

Hvat skal standa í setanarpróvnum?

Einki formligt krav eru til hvussu setanarprógvið/skrivið skal síggja út, men krav er tó um, at hetta skal verða skrivligt.
Arbeiðsgevarans upplýsingarskylda fevnir um í minsta lagi hesar spurningar:


1. Navn og bústað arbeiðsgevarans og løntakarans.
2. Arbeiðsstað. Um einki fast arbeiðsstað er, skal upplýsast, at løntakarin arbeiðir ymsa staðni og høvuðssæti ella bústaður arbeiðsgevarans.
3. Lýsing av arbeiðinum ella starvsheiti, tign, yrki ella slag av arbeiði
4. Nær setanin byrjar.
5. Hvussu leingi setanin varar, um talan er um tíðaravmarkað starv.
6. Rættindi í sambandi við frítíð, haruppií um løntakari hevur rætt til frítíð við løn.
7. Uppsagnarfreist hjá bæði løntakara og arbeiðsgevara ella hvørjar reglur eru galdandi.
8. Løn umframt ískoyti og aðrar lønarpartar, t.d. eftirløn og møguliga kostur og innivist. Eisini skal upplýsast, nær lønin verður útgoldin.
9. Vanliga daglig ella vikuliga.
10. Hvør sáttmáli á arbeiðsmarknaðinum er galdandi fyri setanina. Her skal upplýsast, hvørjir sáttmálapartarnir eru.


Viðvíkjandi pkt. 6 – 9 verður upplýsingarskyldan mett at vera lokin, um tað verður víst til lógir, sáttmálar o.a., sum eru galdandi fyri setanina.


Afturat omanfyristandandi lógarkrøvunum mæla vit til, at tað eisini stendur í setanarskrivinum, hvørt løntakarin er limur í fakfelagi ella ikki. Um so er at løntakarin er limur í fakfelag, skal viðmerkjast, hvat felag talan er um.