Tagnarskylda - býráðs- og nevndarlimur

Býráðs- og nevndarlimir hava tagnarskyldu um trúnaðarupplýsingar, sum teir gerast kunnugir við í samband við innlit í tilfar um mál, luttøku á fundum ella á annan hátt.

Í vegleiðingini finnur tú svar upp á spurningar, so sum:
Hvat kunnu trúnaðarupplýsingar vera?

Býráðs- og nevndarlimir hava tagnarskyldu um trúnaðarupplýsingar, sum teir gerast kunnugir við í sambandi við innlit í tilfar um mál, luttøku á fundum ella á annan hátt.

Hetta merkir, at upplýsingarnar mugu ikki berast víðari til óviðkomandi.

Dømi um trúnaðarupplýsingar kunnu vera:

  • Privat viðurskifti hjá einstaklingum
  • Innanhýsis viðurskifti hjá feløgum og virkjum
  • Almenn fíggjarlig áhugamál
  • Fremjan av almennum eftirliti, tillagingum ella ráðleggingum
Stendur tagnaðarskylda við, tá viðkomandi fer úr starvi?

Tagnarskyldan stendur við, hóast viðkomandi fer úr starvi og ikki er býráðs- ella nevndarlimur longur.

Hvar er lógarásetingin um tagnaðarskyldu?

Sambært kapitli 8, § 26 í løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 – fyrisitingarlógin – hevur tann, sum virkar innan almennu fyrisitingina tagnarskyldu, sambært borgarligu revsilógini § 152 og §§ 152c-l52f, tá ein upplýsing við lóg ella aðrari gildari áseting hevur trúnaðarfrámerki, ella tá tað annars er neyðugt at halda hana loyniliga fyri at verja serstøk fyrilit viðvíkjandi almennum ella privatum áhugamálum.

Eisini verður í kapitli 5, § 26 og § 27 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 – kommunustýrislógin – víst fyrilit fyri reglunum um tagnarskyldu.

Í sambandi við umsóknir um skattalætta fáa býráðslimir og ávís starvsfólk, sum ikki arbeiða innan líkningarvaldið/skattavaldið, upplýsingar um inntøku- og ognarviðurskifti o.t. - hjá skattgjaldara, og sambært § 151 í skattalógini frá 1. september 1983 við seinri broytingum er fyrisett tagnarskylda undir ábyrgd í borgarligu revsilóg fyri Føroyar, og tað er bannað at siga óviðkomandi frá upplýsingum.

Sambært § 51 í løgtingslóg um barnavernd hava øll, sum útinna tænastu ella arbeiði fyri eina fyrisiting ella stovn eftir lóg um barnavernd ella eru limir í eini barnaverndarnevnd, tagnarskyldu sambært kapitli 8 í fyrisitingarlógini.