Endamál felagsins er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna

Tí vil felagið virka fyri at

- samskipa lønarlagið og samráðast um sáttmála við starvsfólka- og fakfeløg, sum hava samráðingarrætt

- røkja áhugamál limanna í málum um lønar- og setanarviðurskifti, starvsmetingum, útbúgving o.a., og røkja samskifti við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum samráðst verður við og myndugleikar annars, við neyðugum atliti til kommunustýrislógina § 5, stk. 5 og ansa eftir, at galdandi sáttmálar verða hildnir

- tað slepst undan trætumálum millum arbeiðsgevara og starvsfólk, ella um hetta ikki ber til, at royna at fáa tey loyst á friðarligan hátt, uttan arbeiðssteðg. Verður arbeiðssteðgur ella trætumál, røkir felagið, tá heitt verður á tað, mál arbeiðsgevaranna so langt, sum hóskandi verður hildið.

- trætumál limanna millum verður loyst

- skeiðvirksemi ella á annan hátt upplýsa limir felagsins um viðurskiftir, ið viðvíkja kommunalum arbeiðsgevara áhugamálum