Vegleiðing um flokking og umflokking

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið viðger áheitanir frá kommunalu- og interkommunalu arbeiðsgevarum um flokking og umflokking.

Í vegleiðingini finnur tú svar upp á spurningar, so sum:
Hvørjar upplýsingar eru neyðugar fyri, at KAF kann flokka eitt starv?

Fyri at gera starvssammetingar er neyðugt við organisatiónsdiagrammi, sum vísir starvsfólkaheiti, og hvussu hesi størv eru flokkað í mun til tað starvið, sum skal flokkast/umflokkast. Hugsa um líknandi størv eru frammanundan í organisatiónini og upplýs, hvussu hesi størv eru flokkað. Eru sambærilig størv, má ansast eftir, at nýggja flokkingin ikki skeiklar tær flokkingar, ið eru í organsatiónini/arbeiðsplássinum frammanundan. Kanna gjølla um starvið er flokkað frammanundan. Met um, hvørt møgulig upprunalig flokking alsamt eigur at vera galdandi.

Hvat er munurin á flokking og umflokking?

Flokking verður brúkt í sambandi við lønaráseting til nýggj størv við støði í organisatiónsdiagrammi, lønarflokki og møguligari viðbót. Eitt starv skal vera flokkað, áðrenn lýsing eftir starvsfólki fer út.

Nýtt starv merkir, at talan er um nýggjar uppgávur ella víðkan av verandi uppgávum, sum innihaldsliga gera, at starvið fær heilt annað innihald enn upprunaliga. Bygnaðarligar broytingar kunnu føra við sær, at eitt nýtt starvsøki verður skipað.

Umflokking verður brúkt í sambandi við broyting av løn fyri verandi starv.

 

Hvat merkir munandi broyting í starvinum?

Munandi broytingar í starvinum er at skilja sum, at starvsinnihald er grundleggjandi broytt samanborið við tær uppgávur, sum eitt starvsfólk áður hevur havt.

Broytingar í starvinum kunnu til dømis koma fyri, tá broyting er í innanhýsis mannagongdum ella leiðsluuppgávum, í sambandi við økta ábyrgd av uppgávum, og tá framhaldsútbúgving krevst fyri framhaldandi kunna røkja starvið.

Ein broyting kann vera knýtt at einum dagstevndum degi, t.d. ein lógarbroyting kann hava við sær eina innanhýsis broyting í arbeiðsgongdini. Kann tað ikki ávísast, at broytingin í starvinum er dagstevnd, er talan um eina glíðandi gongd, ið eigur at verða tikin upp við samráðingum.

Hvørjar upplýsingar eru neyðugar fyri, at KAF kann taka støðu til at áseta viðbøtur?

Er partur av starvinum at hava vakt, kann viðbót verða latin. Umráðandi er tá, at neyvt verður lýst, hvussu tyngjandi vaktin er:

  • Hvussu ofta ringir vakttelefonin um vikuna/mánaðin?
  • Kann tilkallið avgreiðast umvegis telefon, ella má starvsfólkið fara frá húsum?
  • Er krav um, hvussu skjótt vaktin skal kunna møta?
  • Nevn dømi um hvørjar uppgávur tilkallað verður til