Dátuverndarkunning

Persónsupplýsingar í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er eitt sjálvstøðugt limafelag undir Kommunufelagnum. Aðaluppgávurnar hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna. Hetta verður gjørt við at:

  • samskipa lønarlagið og samráðast um sáttmála við starvsfólka- og fakfeløg, sum hava samráðingarrætt
  • røkja áhugamál limanna í málum um lønar- og setanarviðurskifti, starvsmetingum, útbúgving o.a., og røkja samskifti við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum samráðst verður við og myndugleikar annars, við neyðugum atliti til kommustýrislógina § 5, stk. 5.
  • virka fyri og ansa eftir, at galdandi sáttmálar verða hildnir
  • gera sítt til, at tað slepst undan trætumálum millum arbeiðsgevara og starvsfólk, ella um hetta ikki ber til, at royna at fáa tey loyst á friðarligan hátt, uttan arbeiðssteðg. Verður arbeiðssteðgur ella trætumál, røkir felagið, tá heitt verður á tað, mál arbeiðsgevaranna so langt, sum hóskandi verður hildið
  • virka fyri, at trætumál limanna millum verða loyst
  • við skeiðvirksemi ella á annan hátt upplýsa limir felagsins um viðurskifti, ið viðvíkja kommunalum/interkommunala arbeiðsgevara áhugamálum

Virksemið hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum krevur innsavnan, skráseting og viðgerð av persónsupplýsingum, sum í nøkrum førum eru viðkvæmar upplýsingar. Hetta er neyðugt fyri, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kann útinna tær uppgávur, ið eru álagdar í viðtøkum felagsins.

Ábyrgd

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur ábyrgdina fyri tær persónsupplýsingar, sum verða viðgjørdar á stovninum. Hesar upplýsingar viðgera vit í samsvari við galdandi lógir, m.a. løgtingslóg um fyrisiting, løgtingslóg um starvsmenn og persónsupplýsingarlógini.

 

Dátuábyrgdarin er:

Kommuna Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26

100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo

Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónsupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Hvussu goyma vit upplýsingar?

Um upplýsingarnar eru elektroniskar, verða tær goymdar í tryggari skipan. Hetta er galdandi bæði fyri upplýsingar, vit sjálvi savna inn, og fyri upplýsingar, vit fáa frá tær í sambandi við eitt mál.

Í førum, har málsviðgerðin ikki er elektronisk, tryggja vit, at tað er møguligt at steingja upplýsingarnar inni, og hava eina trygga mannagongd fyri, at bert viðkomandi starvsfólk hava atgongd til upplýsingarnar.

Hvussu leingi goyma vit tínar persónsdátur?

Tá vit goyma tínar persónsupplýsingar í sambandi við okkara arbeiði, fylgja vit galdandi reglum fyri, hvussu leingi vit mega goyma tínar upplýsingar. Hvussu leingi vit goyma upplýsingarnar, valdast hvat slag av máli, talan er um. Í summum førum hava vit skyldu til at goyma og varðveita upplýsingar til eftirtíðina.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið strikar upplýsingar, tá skyldan at goyma upplýsingar gongur út, og eitt møguligt arkiveringarkrav er uppfylt.

Víðarigeving av upplýsingum

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kann, og skal í flestu førum, lata upplýsingar víðari til aðrar partar, sum t.d. kommunalu- og interkommunalu arbeiðsgevarnar, lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og fakfeløg.