Lønar- og starvsviðurskifti í sambandi við verkbann

Vegleiðingin allýsir hugtakið verkbann, og hvørji starvsfólk eru umfatað av verkbanni, og hvørji starvsfólk eru ikki.

Í vegleiðingini finnur tú svar upp á spurningar, so sum:
Hvat er eitt verkbann?

Eitt verkbann ber í sær, at arbeiðsgevarasíðan noktar arbeiðstakarum at koma til arbeiðis, og hetta er vanliga galdandi fram til, at sáttmálapartarnir hava gjørt eina semju og nýggjur sáttmáli tekur við.

Verður lønin afturhildin?

Lønin hjá starvsfólki, sum er í arbeiðssteðgi (verkfalli ella verkbanni), skal verða afturhildin fyri tíðina, arbeiðssteðgurin stendur við.


Hetta er eisini galdandi fyri lønir hjá starvsfólkum, ið eru sjúkrameldaði, í barnsburðar-farloyvi, eins og í farloyvi við løn ella niðursettari løn. Goldin verða ikki frítíðarløn, frítíðar-ískoyti og eftirløn.

Vinna starvsfólk starvsaldur og frítíð, meðan verkbann stendur við?

Starvsfólk vinna ikki starvsaldur, meðan verkbannið stendur við.

Ber til at fara á skeið, meðan verkbannið stendur við?

Starvsfólk kunnu ikki luttaka á skeiðum, meðan verkbannið stendur við.
Eru starvsfólk byrjaði á skeiði, tá verkbann verður lýst, er høvuðsreglan, at tey gevast á skeiðinum, tá verkbannið byrjar. Avtala kann tó í serligum føri verða gjørd um undantøk.