Tvey ára sáttmáli við handverkararnar

Tvey ára sáttmáli við handverkararnar

Nýggjur tvey ára sáttmáli varð í dag undirskrivaður millum handverkarafeløgini og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønarhækkingin er tann sama, sum onnur feløg hava fingið. Lønartalvan er longd til 40 stig, og gevur hetta kommununum, SEV og IRF rúmd fyri at seta í starv hægri leiðarastørv eftir hesum sáttmála.

Handverkarar hava fingið eitt eyka lønarstig og ganga nú stigini 1 - 13.

Í seinastu samráðingunum varð tann kommunali sáttmálin fyri handverkarar samanskrivaður, eins og sáttmálin fyri handverkarar á SEV. Hetta hevur eydnast sera væl - og hetta samstarvið er nú víðkað við at flyta montørar og leiðandi montørar inn í lønartalvuna fyri handverkarar.

Montørar á SEV ganga stigini 5 - 15 og leiðandi montørar ganga stigini 10 - 20.