Semja undirskrivað við Maskinmeistarafelagið

Semja undirskrivað við Maskinmeistarafelagið

Í dag hava Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skrivað undir semju um at endurnýggja sáttmálan viðvíkjandi maskinmeistarunum, ið starvast hjá SEV og IRF.

Talan er um ein tvey ára sáttmála frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017, og lønin hækkar 1. okt. 2015 1,03% og 1,9% 1. okt. 2016.
Umframt lønarhækkanirnar, so eru eisini aðrar ábøtur og dagføringar gjørdar í sáttmálanum.

Semjan og lønartalvurnar eru eisini nú eisini tøkar á heimasíðuni.