Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja gjørd

20. februar 2016

Semja er nú gjørd, har sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og KAF verður endurnýggjaður , so hann fer at galda fram til 1. oktober 2017.

Semjan byggir á ein karm, sum er 2,25 % fyrra árið og 1,9 % seinna árið.

Semja er um nakrar dagføringar, og at ein arbeiðsbólkur viðvíkjandi havnarmeistarum- og umsjónarfólkum verður settur. Hesin arbeiðsbólkur skal kanna,  í hvønn mun starvsviðurskiftini hjá havnarmeistarum og - umsjónarfólkum eru broytt í samband við tey krøv, sum kommunurnar eru álagdar sambært lógini um havnaloðsing. Hugt verður eftir, hvussu arbeiðið viðv. loðsing er skipað í dag, eins og tilmæli skal gerast um, hvussu loðsing frameftir kann skipast, sum ein partur av starvsinnihaldinum hjá havnarmeistarum- og umsjónarfólkum.

Miðað verður eftir, at hetta arbeiðið skal verða liðugt áðrenn tann 1. oktober í ár.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo