Ert tú fjøltáttað/ur, og megnar tú bæði at fara í dýpdina og at arbeiða breitt? Ert tú tænastusinnað/ur og dugir at samskifta greitt? so er eitt spennandi starv at søkja í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Um starvið
Sum fulltrúi í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum eru uppgávurnar at ráðgeva og vegleiða kommununum og interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF í starvsfólkamálum, sáttmálaspurningum og øðrum spurningum viðvíkjandi løn- og setanarviðurskiftum hjá starvsfólkum á kommunala sáttmálaøkinum.
Talan er um eitt spennandi starv í einum politiskum umhvørvi, har tú viðhvørt skal vera før/ur fyri at arbeiða undir ávísum trýsti.
Vit vænta, at tú hevur vitan og innlit í kommunu- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti, ella at tú við tínum royndum, førleikum og eginleikum er før/ur fyri skjótt at seta seg inn í hesi viðurskifti.
Uppgávurnar eru annars:
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur útbúgving á master- ella bachelorstigi ella eina samanseting av viðkomandi útbúgvingum. Harumframt vænta vit at:
Lønar- og setanartreytir
Starvið er fulla tíð at byrja 1. apríl 2022.
Starvið verður sett sambært avvarðandi sáttmála.
Umsóknarfreist
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til anita@kaf.fo
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
R.C. Effersøesgøta 26
FO – 100 Tórshavn
Umsóknin skal vera Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum í hendi í seinasta lagi 10. februar 2022, kl. 08.00.
Samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anitu Fuglø, leiðara í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum á tel. 226339, ella umvegis teldupost anita@kaf.fo – ella til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á tel. 282480, ella umvegis teldupost eydunc@kf.fo.
Upplýsingar um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið finnur tú á heimasíðu felagsins www.kaf.fo, og um Kommunufelagið á www.kf.fo
__________________________________________________________________________________________
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er skipað undir leiðslu Kommunufelagsins. Endamálið við Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er at samráðast um sáttmálar fyri starvsfólk í starvi hjá kommununum, hjá SEV og IRF. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vegleiðir og ráðgevur kommununum, SEV og IRF í málum um lønar- og setanarviðurskifti.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur til í Kommunuhúsinum á R.C. Effersøesgøtu 26, saman við Kommunufelagnum og Barnaverndarstovu Føroya.
__________________________________________________________________________________________