KAF hildið ársfund

KAF hildið ársfund

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið helt ársfund í gjár, 18. apríl. Í síni formansfrágreiðing fegnaðist Heðin Mortensen um, at felagið mennist í hvørjum, og at virkisøkið hjá kommununum og interkommunalu felagsskapunum gerst alt meira fjølbroytt.

- Við yvirtøkuni av øllum eldraøkinum fingu kommunurnar 785 nýggj starvsfólk í sína tænastu, og má hetta sigast at vera eitt rættiliga lop í mun til tey 181, sum starvaðust hjá kommununum innan eldraøkið frammanundan.

Yvirtøkan av eldraøkinum varð fyrireikað sum best frammanundan, men hóast hetta hava mong ymisk ivamál verið um starvsfólka- og sáttmálaviðurskifti. Hetta legði hald á nógva orku hjá felagnum í 2015.

So skjótt sum eldraøkið var yvirtikið, var skipað fyri kunnandi fundi, har allir sáttmálapartar tóku lut. Á fundinum var støðan viðgjørd, og komið varð inn á, hvussu kommunurnar hugsaði sær at málsøkið skuldi skipast komandi árini.

Eftirfylgjandi samráðingar hava víst, at tað var eitt gott hugskot at savna partarnar, áðrenn vit av álvara løgdu frá landi, har vit tryggjaðu okkum, at øll vóru við umborð, og at tey vóru kunnaði um, hvussu vit hugsaðu okkum at leggja túrin til rættis. Vit hava upplivað samráðingarnar soleiðis, at samskiftið hevur verið konstruktivt og tískil hevur tað verið lutfalsliga lætt at nærkast einum máli.

Heðin Mortensen kom eisini inn á, at arbeiðsmarknaður broytist støðugt. Mangan hava stríðsspurningarnir hópað seg upp og fylt so nógv, at tað hevur verið trupult at hugsa frameftir. Komandi árini fara at krevja av okkum, at vit skulu ígjøgnum umskipanir, har almenni geirin, sum kommunurnar jú eru ein munandi partur av, er innrættaður so mikið skilagott, at vit kunnu fáa fleiri og betri tænastur, uttan at samlaðu lønarútreiðslurnar fara upp ígjøgnum loftið.
 

Væleydnaðar samráðingar

2015 varð ikki nakað heilt vanligt samráðingarár. Byrjanin av árinum fór við at fyrireika yvirtøkuna av starvsfólkum og sáttmálum á eldraøkinum, og vit gjørdu í kjalarvørrinum  av yvirtøkuni fimm nýggjar avtalur fyri eldraøkið.

Hóast samráðingarnar við hini feløgini byrjaði seint, tí løgtingsvalið farna summar kom upp í millum, so gjørdist samráðingargongdin lutfalsliga løtt og uttan teir stóru snávingarsteinarnar. Frá báðum síðum var lagt upp til eina semjusøkjandi kós, og tí var í fleiri førum rokkið á mál innan ársskiftið.

Tær sáttmálasamráðingar, sum enn ikki komnar á mál, verða vónandi lidnar innan stutta tíð.
 

Semja um starvsfólkini á forskúlunum

Sum øllum kunnugt var drúgv ósemja verið um, hvussu lønar- og arbeiðstíðarviðurskifti hjá teimum námsfrøðingum, sum eru farnir at starvast í nýggju forskúlunum, skulu skipast. Henda ósemja hevur ikki verið gagnlig fyri hesa fyrstu royndina at skapa eitt nýtt grundleggjandi læruumhvørvi innan skúlagátt. Áðrenn skúlaárið 2015/16 byrjaði, samdust vit tó um, at gera eina avtalu, har bæði byrjunarløn og endaløn varð lyft, eins og tíðin, tað tekur at ganga stigini gjørdist nakað styttri. Eisini verður teirra arbeiðstíð lagað til viðurskiftini í skúlanum, her í millum fyrireiking.

Við hesi avtalu meta vit, at viðurskiftini millum teir báðir starvsbólkarnir, lærarar og námsfrøðingar, eru javnaði og at hetta ikki frameftir fer at gerast ein forðing hjá teimum kommunum, sum hava ætlanir um at fara undir forskúla komandi tíðina.


Felags almenn lønarskipan

Seinasta tíðina hevur spurningurin um eina felags almenna lønarskipan verið havdur á lofti. Slóðað er fyri slíkum skipanum seinnu árini í hinum norðurlondunum og merkir hetta, at lønarstøðið hjá teimum, ið starvast hjá einum almennum arbeiðsgevara, verður bygt upp eftir einum einføldum, felags leisti. Skipanin er sera greið og sæst aftur við samanberiligum stigum á lønartalvunum.

Felagið hevur ta støðu, at hetta eisini hevði verið ein gongd leið hjá okkum.
 

Hugsjónir okkara

Til tess at laga virksemi okkara til tær avbjóðingar, sum dagsins samfelag hevur við sær, hevur nevndin og umsitingin sum kunnugt viðgjørt spurningin, hvussu felagið skal leggja kósina komandi árini. Eftir ætlan skulu okkara hugsjónir um framtíðina gerast partur av eini felags hugsjón, ið Barnaverndarstovan og Kommunufelagið er partur av.

Vit eru komin somikið áleiðis í hesum arbeiði, at vit eru samd um, at vit yvirskipað vilja hava felags stev, vit vilja verða álítandi og vit vilja læra og geva vitan.

Við hesum fylgir, at KAF skal verða ein vælvirkandi partur av Kommunufelagnum, vit skulu hava tættari samstarv við Kommunufelagið, eins við kommunurnar, SEV og IRF. Eisini eiga vit at nýta meira tíð til fyribyrgjandi og ráðgevandi arbeiði. Vit ynskja somuleiðis at verða ein meira opin felagsskapur fyri almenninginum.

Tá vit seta okkum stór mál, verða tey sjáldan rokkin eftir einum degi. Vit hava tí gjørt eina tíðarætlan, har nærri verður útgreinað, hvussu fram verður farið í fyrstu syftu.

Vit ætla, at KAF eisini í 2016 skal varpa ljós á stór mál, so sum samráðingar, visjónsarbeiði, eina felags almenna lønarskipan, sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkum okkara, førleikamenning og mangt annað.

At enda nýtti takkaði Heðin høvið at takka nevndini og starvsfólkunum fyri væl útint arbeiði og fyri góða samstarvið í farna ári