Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Íblástur og samstarv

29. august 2016

Nevnd og starvsfólk í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum vóru á áhugaverdari ferð í Íslandi í døgunum frá 16. til 19. august, har vitjað varð hjá íslendska arbeiðsgevarafelagnum.

Høvuðsendamálið var at kunna seg um íslendsku lønarskipanina og meta um, hvat vit kunnu læra og møguliga taka til okkum av henni.

Í Føroyum hava vit við nýggjastu avtaluni við m.a. Føroya Pedagogfelag 2015 – 2017 avtalað, at partarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu taka seg saman um at kanna okkara lønarskipan – eisini úrvaldar starvsfólkabólkar. Haraftrat skulu vit eisini kanna møguleikarnar fyri eini nýggjari lønarskipan fyri almenna arbeiðsmarknaðin sum heild.

Íslendska arbeiðsgevarafelagið, har allar kommunur uttan Reykjavíkar kommuna eru limir, hevur ment eina starvsmetingarskipan, har øll størv í kommununum verða sett inn í eina felags kommunala lønarskipan. Eftir hesi skipan  verður mett um øll størv, sum síðani verða flokkað í  eini felags lønartalvu fyri allan kommunala geiran. Arbeiðsgevarar og fakfeløg eru felags um skipanina, og tey flokka størvini saman út frá ávísum atlitum. Reykjavíkar kommuna nýtir eina líknandi starvsmetingarskipan.

Umframt at seta seg inn í kommunalu lønarskipanina í Íslandi, var eisini høvi hjá íslendingum og føroyingum at kunna hvønn annan um gongdina í undanfarnum samráðingum, eins og um onnur mál av felags áhuga.

Á ferðini varð harafturat vitjað hjá  Hafnafjarðar kommunu og ymsum stovnum – harímillum á semingsstovninum – og VIRK, sum er ein stovnur, sum virkar fyri at fáa starvsfólk, sum av einhvørjari orsøk eru uttan arbeiði, út aftur á arbeiðsmarknaðin.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo