Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Evnisdagur um sáttmálarnar á dagstovnaøkinum

25. oktober 2018

Endamál við degnum er at kenna tær mest týðandi ásetingarnar í sáttmálum okkara fyri námsfrøðingar og hjálparfólk galdandi fyri kommunala sáttmálaøkið. Við hesum at fáa eina greiða fatan av úrvaldum sáttmálaásetingum og fyrisiting av viðurskiftum í sáttmálunum, sum galda á kommunala sáttmálaøkinum.

Málbólkurin er starvsfólk, ið fáast við lønar- og starvsfólkafyrisiting í kommunum og starvsfólk, ið varða av sáttmála okkara viðv. námsfrøðingum og hjálparfólkum, m.a. dagstovnaleiðarar og aðrir yvirskipaðir leiðarar o.o.


Tilmelding: Ætlanin er at skipa fyri trimum evnisdøgum, sum verða hildnir í ávikavist Eysturoynni og í Tórshavn hesar dagar:

-    Í Runavík mikudagin 21. november 2018, kl. 08.30 til 15.30
-    Í Tórshavn mikudagin 28. novrmber 2018 kl. 08.30 til 15.30
-    Í Tórshavn mikudagin 5. desember 2018, kl. 08.30 til 15.30

Seinasta freist at tekna seg til evnisdag er 7. november 2018.
Tilmelding fer fram á kaf@kaf.fo,
Kostnaður fyri hvønn luttakara er 700 kr.

Stað, Tórshavn: 
Panorama á Hotel Hafnia
Áarvegur 4-10
100 Tórshavn

Stað, Runavík:
Skótahúsið við Løkin 
Mýravegur 24
620 Runavík


Innihald 

Gjøgnumgongd av sáttmálunum fyri námsfrøðingar og hjálparfólk. Greitt verður nærri frá okkara útlegging av úrvaldum sáttmálaásetingum o.a.
Lagt verður síðani upp til kjak – evt. eisini út frá frammanundan orðaðum støðum.

Evnisdagurin verður skipaður við fyrilestri og kjaki.

Sáttmálar
•    Føroya Pedagogfelag – námsfrøðingar og hjálparfólk

          
Skrá        
 
08:30    
Morgunmatur 

09:00    Gjøgnumgongd av sáttmálum – felags ásetingar og serstakar ásetingar.

Kjak

12:00    Ábit 

12:45    Framhald

15:30    Liðugt

Kaffisteðgur uml. kl. 10.30 og kl. 14.00.
    
    
    

 

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo