Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skipar fyri evnisdegi um lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum hósdagin 6. mai 2021 kl. 8.30-12.30 á Hotel Hafnia, 4-10 Áarvegur, Tórshavn.
Skáin v.m. kann lesast her
Evnisdagurin er ætlaður leiðarum við starvsfólkaábyrgd og starvsfólki, ið fáast við setanir og starvsfólkafyrisiting í kommunum og kommunalum samstørvum.
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til jonleyg@kaf.fo
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 22. apríl 2021.