Evnisdagur um dagstovnaøkið

Evnisdagur um dagstovnaøkið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið var fyrr í ár á vitjan hjá danska kommunufelagnum – Kommunernes Landsforening – við tí fyri eyga at kunna seg nærri um ymisk viðurskifti á dagstovnaøkinum í Danmark. Hugt varð eitt nú eftir, hvussu tey í donskum kommunum arbeiða í mun til m.a. yrkisførleikar, leiðslu, økisleiðslu, fyrireikingartíð og normeringar. 

Í framhaldi av hesum skipar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri evnisdegi um dagstovnaøkið, har leiðsluviðurskifti eru á skránni. Við dømi úr Gladsaxe kommunu verður greitt frá, hvussu fakliga arbeiðið á dagstovnaøkinum er skipað. Umboð fyri dagstovnaøkið í Gladsaxe kommunu fara m.a. at hava framløgur um: Fakligu karmarnar fyri dagstovnaøkinum í Gladsaxe kommunu -  hvat skal til fyri at reka ein góðan dagstovn, leiðslu – eisini økisleiðslu, hvussu Gladsaxe kommuna skipar námsfrøðiligu ráðgevingina í kommununi, eins og fyrireikingartíð og normeringar. Ætlanin er eisini, at tíð skal vera til orðaskifti og spurningar.

Evnisdagurin er ætlaður fyrisitingarligum leiðarum innan dagstovnaøkið, námsfrøðiligum ráðgevum -  og teimum dagstovnaleiðarum, ið kommunurnar møguliga ynskja skulu luttaka teirra vegna.

Evnisdagurin um dagstovnaøkið og leiðslu verður á Hotel Føroyum hósdagin tann 24. september 2015, frá kl. 09.00 til 15.30. Byrjað verður við morgunmati kl. 8.30. Miðmáli verður kl. 12.00, og stuttur kaffisteðgur verður seinnapartin.

Seinasta freist at melda til evnisdagin er hósdagin 10. september 2015. Tilmelding fer fram á kaf@kaf.fo, og kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 300 krónur.