Burðardyggir arbeiðsmarknaðir

Burðardyggir arbeiðsmarknaðir

Mikudagin 26. august skipaði Vinnumálaráðið saman við danska arbeiðsmálaráðnum fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um burðardyggar arbeiðsmarknaðir í norðurlendska útjaðaranum. Ráðstevnan vendi sær serliga til politikarar, embætisfólk, partarnar á arbeiðsmarknaðinum, granskarar og fyritøkur frá øllum Norðurlondunum, umframt onnur við áhuga fyri hesum viðurskiftum.

Í Norðurlondum er støðan tann, at fólkatættleikin fyri tað mesta er lutfalsliga lágur. Eins og í øðrum pørtum av heiminum, flyta fleiri og fleiri til størru býirnar ella til grannalond. Tó verður samstundis strembað eftir, at tað skal kunna bera til at búleikast bæði í bygd og í bý, og at inntøkurnar í útjaðaraøkjum ikki skulu vera munandi lægri enn í øðrum økjum. Hetta setur stór krøv til búskaparpolitikkin og hvussu arbeiðsmarknaðurin í útjaðaraøkjum verður skipaður.

Á ráðstevnuni vóru framløgur um, hvussu til ber at tryggja ein burðardyggan arbeiðsmarknaðir í útjaðaraøkjum í Norðurlondum, og – ikki minst – at læra av hvørjum øðrum.
Aftaná at Jóhan Dahl, landsstýrismaður, hevði sett stevnuna, løgdu granskarar, embætisfólk og onnur fram. Eitt nú greiddi Lise Lyck frá teimum avbjóðingum, sum útjaðaraøkini í Norðurlondum sum heild hava. Marita Rasmussen greiddi frá føroysku royndunum við at tryggja sær nøktandi arbeiðsorku, og Erika Hayfield lýsti kynsbýtta arbeiðsmarknaðin og í smáum samfeløgum og hvørjar avbjóðingar, ið eru knýttar at hesum.

Eisini vóru áhugaverdar framløgur úr Íslandi, Noregi, Danmark og Álandi, sum góvu eina breiða fatan av, at í Norðurlondum verður nógv gjørt við at finna gongdar leiðir fyri einum burðardyggum arbeiðsmarknaði í útjaðaraøkjum.