Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya
23. februar 2022
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80=&crop=7&x=0&y=0&image=/Files/KAF/Myndir/semja-heilsuhjalparafelag-foeroya3.jpg&width=800&height=500)
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava seinnapartin í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2021, og handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi 27. september 2021. Síðan tá hava partarnir verið á seks fundum, og samdust partarnir um 8. februar 2022 at boðsenda Semingsstovninum.
Semjan inniber ein trý ára sáttmála við eini lønarhækkan:
- Tann 1. januar 2022 hækka lønirnar 1,25%
- Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar við kr. 710
- Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar 2,5%
Haraftrat fáa bæði heimahjálparar og heilsuhjálparar nýtt endastig tann 1. oktober 2023 - ávikavist stig 8 og nýtt stig 13.
Í sáttmálaskeiðinum kemur endalønin hjá einum heilsuhjálpara upp um 29.000 kr. um mánaðin – umframt 15% í eftirløn.
Lønarkarmurin fyri 3 ára sáttmálaskeiðið liggur á sama støði, sum semjan við Starvsfelagið.
Umframt lønarbroytingarnar eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum partanna millum.
Tíðindi
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80&width=800&height=534&crop=7&image=/Files/KAF/Myndir/Per-Martin.jpg&x=0&y=0)
Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum rakar ikki kommunala sáttmálaøkið
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80&width=800&height=534&crop=7&image=/Files/KAF/Myndir/Pedagogfelagid_nevndin.jpg&x=0&y=0)
Semja millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80&width=800&height=534&crop=7&image=/Files/KAF/Myndir/Per-Martin-og-Annfinnur-Gardalid-3.jpg&x=0&y=34)
Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80&width=800&height=534&crop=7&image=/Files/KAF/Myndir/Semingsstovnurin-2.jpg&x=0&y=0)