Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frídømt í máli um arbeiðstíð

28. mai 2025

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frídømt í máli um arbeiðstíð

Fasti Gerðarrættur segði tann 19. mai 2025 úrskurð í máli, sum Heilsuhjálparafelagið í mai 2023 reisti móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Heilsuhjálparafelagið kravdi, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skuldi viðurkenna, at tað er brot á sáttmálan partanna millum, tá ið arbeiðstíðin hjá heilsu- og heimahjálparum á arbeiðsætlanini er annað enn 8 tímar um dagin, uttan so, at avtala um frávik er gjørd við felagið frammanundan.

Málskravið hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum varð frídøming.

Málið er um § 4 stk. 2 í sáttmálanum partanna millum, ið er soljóðandi:

“Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin. Tó eru møguleikar at gera avtalur um frávik, um arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur tað. Partarnir eru samdir um, at arbeiðið skal skipast uttan brot í arbeiðstíðini, har tað letur seg gera ...”

Í avgerðini hevur Fasti Gerðarrættur m.a. lagt dent á, at hóast ásetingina um 8 tímar arbeiðsdag, er tað ein sannroynd, at heilsu- og heimahjálparar leingi hava arbeitt og enn arbeiða dagar, ið eru styttri enn 8 tímar.

Onki stendur í sáttmálanum um, at frávik einans kann gerast við avtalu við Heilsuhjálparafelagið.

Niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrætti er, at tað ikki er grundarlag fyri at halda:

- at orðingin um 8 tímar regluna skal skiljast so bókstavliga, sum Heilsuhjálparafelagið krevur tað

- at frávík einans kann gerast við avtalu við Heilsuhjálparafelagið

Tað er nú púra greitt, at arbeiðsgevarar IKKI bróta sáttmálan partanna millum (§ 4 stk. 2), um arbeiðstíðin hjá heilsu- og heimahjálparum á arbeiðsætlan er annað enn 8 tímar um dagin – eisini hóast frávik ikki er avtalað millum arbeiðsgevaran og Heilsuhjálparafelagið.

Heilsuhjálparafelagið fær tí ikki viðhald í sínum uppáhaldi um, at heilsu- og heimahjálparar bert kunnu arbeiða 8 tímar daglongdir – og at allar avtalur um styttri daglongdir skulu frammanundan avtalast við Heilsuhjálparafelagið.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er frídømt.

 

Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Per Martin Gregersen, formaður

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo