Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Samráðingarnar um løn undir útbúgving steðgaðar

02. juli 2025

Samráðingarnar um løn undir útbúgving steðgaðar

Lógaruppskotið um løn undir útbúgving varð samtykt tann 30. apríl 2025.

Talan  er  um  nýggja  skipan,  sum  skal  gera  tað  møguligt  hjá  starvsfólkum  at  fara  undir eina heilsufakliga og námsfrøðiliga útbúgving á Heilsuskúlanum, samstundis, sum tey eru í arbeiði. Útbúgvingarnar talan er um eru heilsuhjálparar, heilsurøktarar og námsfrøðiligu hjálparar.

Lógin ásetur ikki, hvørja løn starvsfólk við útbúgvingarsáttmála skulu hava, við tað at partarnar á arbeiðsmarknaðinum skulu samráðast um lønina.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava havt fimm samráðingarfundir við tey trý fakfeløgini, Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya um løn undir útbúgving.

Samráðingarnar snúgva seg í høvuðsheitum um, hvørja løn starvsfólk, ið hava útbúgvingarsáttmála skulu hava.

Arbeiðsgevararnar hava flutt seg fleiri ferðir í samráðingunum uttan, at feløgini hava førkað seg. Sostatt er tað einans arbeiðsgevarin, ið hevur víst veruligan vilja at fáa eina semju. Arbeiðsgevarar halda, at kravið frá feløgunum er ov høgt og tað kann viðføra, at ongin kommuna/eldraøkið fer at brúka útbúgvingarsáttmálar.

Partarnar hava gjørt av, at steðga samráðingarnar og taka hesar uppaftur eftir summarfrítíðina.

 

3. juli 2025

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Per Martin Gregersen, formaður

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo