Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna

11. mai 2021

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2020, og vóru partarnir á fyrsta samráðingarfundi hin 26.11.2020. Síðan tá hava partarnir verið á 4 fundum, til partarnir hin 28.04.2021 samdust um at boðsenda semingsstovninum.

Semingsstovnurin legði í dag semingsuppskot fram, ið báðir partar tóku undir við.

Semjan er fyri tíðarskeiðið 01.10.2020 – 31.12.2022. Lønarhækkanin er á sama støði sum semjan millum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo