Vegleiðandi leiðreglur fyri samsýning av tulkum innan kommunala økið
Kommunalu arbeiðsgevarar hava víst á tørvin á leiðreglum í mun til at keypa tænastur frá tulkum.
Hvør er samsýningin til tulkar við hægri málsligari útbúgving?
Statsgóðkendir týðarar (translatørar) og aðrir tulkar við samsvarandi hægri málsligari útbúgving verða samsýndir við hesum upphæddum:
- Tulking verður samsýnd við 615 kr. fyri hvønn byrjaðan tíma.
- Um ein avtalað tulkingaruppgáva verður avlýst við minni enn 24 tíma freist, verður samsýnt sum fyri 1 tíma tulking.
Hvør er samsýningin til tulkar við styttri útbúgving?
Tulkar, sum hava styttri útbúgvingar enn tær, sum koma undir pkt. 1, verða samsýndir við hesum upphæddum:
- Tulking verður samsýnd við 427,33 kr. fyri hvønn byrjaðan tíma.
- Um ein avtalað tulkingaruppgáva verður avlýst við minni enn 24 tíma freist, verður samsýnt sum fyri 1 tíma tulking.
Samsýningin kann eisini brúkast til tulkar, sum ikki hava útbúgving, men sum eftir ítøkiligari meting verða mettir skikkaðir til uppgávuna. Avgerðin verður í hvørjum einstøkum føri tikin av myndugleikanum, sum brúkar tulkin.
Hvussu verður ferðing samsýnt?
- Samsýning verður latin fyri ferðatíðina, um tað eru meiri enn 10 km frá staðnum, har tulkurin er áðrenn tulkingina, til har tulkast skal. Samsýningin verður roknað út frá stytsta vegi.
- Samsýningin er helvtina av upphæddunum omanfyri. Samsýningin fyri ferðing fyri hvønn tíma er tískil 307,50 kr. fyri útbúnar tulkar og 213,67 kr. fyri aðrar tulkar.
- Samsýningin fyri ferðing verður grundað á ta samlaðu tíðina, sum verður brúkt til ferðing. Roknað verður fyri hvønn byrjaðan hálvan tíma.
Hvussu verða ferðaútreiðslur endurrindaðar?
- Starvsfólk fær endurrindað flutningsútreiðslur, sum standast av tænastuferðini.
- Allar útreiðslur til almenn flutningsfør, og eftir umstøðunum til hýruvogn, verða endurrindaðar móti skjalprógvi.
- Fyri nýtslu av egnum bili á tænastuferð verður víst til galdandi rundskriv hjá Fíggjarmálaráðnum um endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum. Endurgjaldið fyri koyring í egnum bili er 3,20 kr. fyri kilometurin.