Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Avtala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið um at flyta dagrøktarar millum sáttmálaøki
25. mars 2020
Hugsandi um serstøku støðuna í Føroyum orsakað av corona virusinum hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið gjørt avtalu um, at tað skal verða møguligt at flyta dagrøktarar at arbeiða á eldraøkinum. Avtalan fevnir um dagrøktarar, sum av arbeiðsgevaranum eru sendir heim grundað á arbeiðsmangul. Talan er um starvsfólk, sum skulu verða tøk at heita á, tá tørvur er á tí.
Sí meira kunning her.