Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Semja um dagrøktarar
04. mars 2019
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80=&crop=7&x=0&y=0&image=/Files/NewsImages/Kommunala_Arbeidsgevarafelagid/SemjaDagroktararFA2018.jpg&width=800&height=500)
Hósdagin skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag undir semju um dagrøktarar.
Sáttmálin er endurnýggjaður frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019, og lønarhækkanin liggur á sama støði sum hjá dagrøktarunum, ið eru settir sambært sáttmála okkara við Starvsmannafelagið.
Enn eru onkrar seravtalur eftir at gera millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og einstøk fakfeløg, men við semjuni, ið júst er gjørd við Føroya Arbeiðarafelag, hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið loksins gjørt semju um endurnýggjan av øllum kommunalu sáttmálunum fyri tíðarskeiðið fram til 1. okt. 2019.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer nú undir at fyrireika seg til sáttmálasamráðingarnar, sum byrja í heyst.
Tíðindi
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80&width=800&height=534&crop=7&image=/Files/KAF/Myndir/Per-Martin.jpg&x=0&y=0)
Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum rakar ikki kommunala sáttmálaøkið
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80&width=800&height=534&crop=7&image=/Files/KAF/Myndir/Pedagogfelagid_nevndin.jpg&x=0&y=0)
Semja millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80&width=800&height=534&crop=7&image=/Files/KAF/Myndir/Per-Martin-og-Annfinnur-Gardalid-3.jpg&x=0&y=34)
Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80&width=800&height=534&crop=7&image=/Files/KAF/Myndir/Semingsstovnurin-2.jpg&x=0&y=0)