Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Tilmæli um “Tíð til annað arbeiði” handað KAF og Føroya Pedagogfelag

22. mars 2023

Tíðindaskriv 

Í dag handaði ein fylgibólkur tilmæli sítt um tíð til annað arbeiði á dagstovnaøkinum til KAF og Føroya Pedagogfelag. Talan er um tilmæli, sum byggja á kanning, gjørd av uttanveltaðum ráðgevaratoymi. Kanningin og tilmælið eru úrslit av protokollati, ið partarnir samdust um undir sáttmálasamráðingunum 2020/21. Síðani hevur ein fylgibólkur, mannaður við umboðum frá pørtunum, gjørt eitt tilmæli við støði í kanningini.

Fylgibólkurin legði fram tilmælið á felags evnisdegi á Hotel Føroyum fyrrapartin. Allir leiðarar og starvsfólk á dagstovnunum í øllum Føroyum, sum eru limir í Føroya Pedagogfelag, eru spurd. Av hesum hava 48 dagstovnaleiðarar svarað, sum er eitt svarprosent á 71%. Av teimum spurdu 322 starvsfólkunum var svarprosentið var 32%.

Ein av niðurstøðunum er, at leiðarar á dagstovnum brúka í miðal 9 tímar til fyrireiking og 4 tímar í miðal til eftirmeting um vikuna. Námsfrøðingar brúka 3 tímar og hjálparfólkini 1,8 tímar í miðal til fyrireiking um vikuna. Harumframt brúka námsfrøðingar 1 tíma og hjálparfólkini 0,6 tímar í miðal um vikuna til eftirmeting. Sostatt gevur kanningin eina ábending um, at bæði leiðarar og starvsfólk hava tíð til fyrireiking og eftirmeting á dagstovnaøkinum – og meira enn 1 tíma um vikuna, sum § 10 í sáttmálanum ásetur, at námsfrøðingar á dagstovnum kunnu brúka til fyrireiking. Eftirsum kanningin vísir á miðaltøl, eru sjálvandi leiðarar og starvsfólk, sum brúka bæði meiri og minni tíð enn hesi miðaltøl.

Tá tað í kanningini verður spurt, í hvussu stóran mun leiðarar og starvsfólk meta seg hava neyðugu tíðina til fyrireiking, svara 25% av leiðaranum, at tey í sera lítlan og lítlan mun hava hóskandi tíð til fyrireiking, 36% svara partvíst, og 39% meta seg í stóran og sera stóran mun hava tíð til fyrireiking. Fyri starvsfólkini svara 22% av námsfrøðingunum og 15% av hjálparfólkunum, at tey meta seg í stóran og sera stóran mun hava neyðugu tíðina til fyrireiking, meðan 51% av námsfrøðingunum og 54% av hjálparfólkunum meta, at tey í lítlan og sera lítlan mun hava neyðugu tíðina til eftirmeting.

Fylgibólkurin mælir til, at tað er dagstovnaleiðarin, sum eigur at skipa fyrireikingina og eftirmetingina, og at hetta arbeiðið verður gjørt, tá umstøðurnar loyva tíð. Tá stovnurin til dømis er raktur av sjúku millum starvsfólk, má arbeiðið við fyrireiking og eftirmeting víkja, og barnatíðin raðfestast. Hinvegin tá ið øll starvsfólk eru tøk, og barnatalið er lágt, tá er møguligt, at leiðarin ásetir meira tíð til fyrireiking og eftirmeting. Hjá 44% av námsfrøðingunum kemur tað ofta ella sera ofta fyri, at tey ikki fyrireika seg, tí tað eru ov fá starvsfólk á stovuni. Sum myndin niðanfyri vísir, er høvuðsorsøkin “Tað ber ikki til at finna nakran avloysara”.

Spurningur: “Um tímar mangla á einari stovu, og eingin kemur inn á stovuna at dekka hesar tímarnar, er orsøkin/orsøkirnar í flestu førum (til ber at seta fleiri frámerki)?”.

Til ber at lesa tilmælið her

 

Tórshavn, 22. mars 2023

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

 

 

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo