Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið

12. desember 2024

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið tóku í dag undir við semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar í gjárkvøldið tann 11. desember 2024.

Talan er um ein 3 ára sáttmála galdandi frá 1. oktober 2022 fram til 30. september 2025.

Við semjuni hækka lønirnar soleiðis:

1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8 %
1. oktober 2023 hækkar lønin 4,2 %
1. oktober 2024 hækkar lønin 4,75 %

Skipan av arbeiðstíð

Ein týdningarmikil partur av semjuni er, at partarnir hava gjørt avtalu um greiðari karmar fyri skipan av arbeiðstíð og arbeiði í vaktarskipan. Millum annað reglur fyri, hvussu vaktarskiftini skulu skipast og hvussu long frítíðin skal vera millum vaktirnar. Harumframt er freistin fyri vaktarbroytingar longd úr 24 upp í 72 tímar.

Semjan heimilar, at partarnir á einstøku arbeiðsplássunum kunnu gera staðbundnar avtalur um arbeiðstíð, sum víkja frá ásetingunum um vaktarskipan sambært nýggju semjuni.

Semingsuppskotið sæst á heimasíðu okkara www.kaf.fo 

 

Tórshavn tann 12. desember 2024

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

 

 

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo