Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja gjørd við Heilsurøktarafelagið

30. november 2018

Fyri løtu síðani skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið undir tvey ára semju við Heilsurøktarafelagið.

Umframt lønarhækkan ber semjan millum annað í sær eftirløn svarandi til 5 % til tímalønt, broyting av flokkingum hjá deildarleiðarum, eitt eyka lønarstig í lønarskalanum hjá vanligum heilsurøktarum og dagføring av sáttmálaásetingini um barsil.

Harumframt hava sáttmálapartarnir avtalað at seta ein arbeiðsbólk at kanna í hvønn mun, tað er møguligt hjá heilsurøktarum at verða settir við hægri setanarbrøki og/ella fullum setanarbrøki.

 

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo