Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semingsuppskotið millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið vrakað

21. mai 2021

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók undir við semingsuppskotinum, ið var lagt fyri partarnar um 20.00 tíðina í gjárkvøldið.

Lønarhækkanin í semingsuppskotinum var á støði við tað, ið onnur feløg hava fingið. Talan var um lønarhækkan, sum hevði komið øllum limum tilgóðar, harímillum námsfrøðingum, hjálparfólkum, námsfrøðiligum atstøðingum o.ø.

Arbeitt var við at orða protokollat viðv. § 10 í sáttmálanum um tíð til annað arbeiðið. Ætlanin við protokollatinum var at kanna, um sáttmálaásetingin skapar hóskandi karmar hjá leiðarum á dagstovnaøkinum at skipa tilrættisleggingina og eftirmetingina av pedagogiska arbeiðinum.

Somuleiðis var serligur dentur lagdur á at skapa tryggari setanarviðurskifti fyri hjálparfólk á dagstovnaøkinum til tess at økja um trivnaðin og stabilitetin á økinum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur sostatt strekt seg langt fyri at fáa semju partanna millum, soleiðis at sleppast skuldi undan sáttmálaloysi og møguligum hóttanum um stríðsstig.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo