Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag á evnisdøgum

22. apríl 2021

Í døgunum 19. og 20. apríl 2021 skipaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag fyri evnisdøgum. Kommunufelagið og lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum vóru eisini boðin við. Evnisdagarnir eru liður í komandi sáttmálasamráðingunum ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið/Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Endamálið við evnisdøgunum var at varpa ljós á avbjóðingar á stovnsøkinum. Avbjóðingarnar eru fleiri og kanska mest átrokandi kann nevnast starvsfólkatrotið, sum onnur starvsøki í Føroyum eisini eru rakt av.

Arbeitt varð við, hvørjar avbjóðingar partarnir síggja á stovnsøkinum, og hvørjar framtíðarmyndir og loysnir kunnu vera til hesar avbjóðingar.

Partarnir eru samdir um at taka samráðingarnar uppaftur.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo