Bina Reginsdóttir sett sum fulltrúi í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum
04. mars 2020
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur sett Binu Reginsdóttir í starv sum fulltrúi felagsins. Bina Reginsdóttir tók við nýggja starvinum 1. mars 2020.
Bina Reginsdóttir hevur nomið sær útbúgving innan samfelagsfrøði á Fróðskaparsetur Føroya og seinni nomið sær hægri útbúgving á Aalborg Universitet sum Cand. Scient. Adm.
Bina Reginsdóttir hevur drúgvar fyrisitingarligar arbeiðsroyndir frá m.a. Almannaverkinum og Tórshavnar Kommunu. Seinastu 3½ árini hevur hon starvast sum fulltrúi á Barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu.
Høvuðsuppgávurnar hjá Binu Reginsdóttir verða at veita kommununum- og interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF ráðgeving í øllum málum viðv. lønar- og setanarviðurskiftum hjá starvsfólkunum, sum virka á økinum, umframt at hon kemur at luttaka í samráðingum við fakfeløg á kommunala sáttmálaøkinum o.a.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ynskir Binu vælkomnari í starvið.