Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Avtala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag um at flyta starvsfólk millum sáttmálaøki
20. mars 2020
Hugsandi um serstøku støðuna í Føroyum orsakað av corona virusinum hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag gjørt avtalu um, at tað skal verða møguligt at flyta starvsfólk á dagstovnaøkinum – at arbeiða á eldraøkinum.
Avtalan fevnir um starvsfólk á dagstovnaøkinum, tað veri seg námsfrøðingar og hjálparfólk, fastlønt og tímalønt, sum av arbeiðsgevaranum eru send heim, grundað á arbeiðsmangul. Starvsfólk, sum skulu verða tøk at heita á, tá tørvur er á tí.
Sí avtaluna her.