Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Vit varpa ljós á arbeiðsumhvørvið

13. november 2016

KAF og fleiri fakfeløg hava í nýggjastu sáttmálunum avtalað, at serligur dentur verður lagdur á sálarliga arbeiðsumhvørvið á kommunalum arbeiðsplássum, eins og hjá SEV og IRF. Í avtalunum eru partarnir samdir um tann stóra týdning, ið eitt gott arbeiðsumhvørvi hevur – og at eitt álitisríkt samstarv er avgerandi fyri, at starvsfólk og leiðsla trívast.

Fyri at tryggja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi á arbeiðsplássinum, er tað týðandi, at leiðsla og starvsfólk í felag taka ábyrgd fyri trivnaðinum. KAF skipar tí fyri einum tiltaki fyri kommunum, IRF og SEV um gott sálarligt arbeiðsumhvørvi. Tiltakið verður tann 25. november 2016, frá kl. 13.00 til 15.30, í Østrøm á Skálatrøð í Havn.

Har fara Lise Keller og Charlotte Bredal at greiða frá, hvussu partarnir á danska kommunala arbeiðsmarknaðinum arbeiða við sálarligum arbeiðsumhvørvi. Tær báðar fara m.a. at greiða frá, hvussu tey stuðla arbeiðsplássum í sínum arbeiði við at fyribyrgja strongd og at skapa eitt gott samstarv millum starvsfelagar.

Les nærri um tiltakið her.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo