Kommunala Arbeiðsgevarafelagið – stytt KAF, var stovnað í 2003 og umboðar kommunurnar á arbeiðsmarknaðinum. Kommunurnar og kommunalir felagsskapir hava sáttmálar og avtalur við øll tey feløg, sum hava limir í starvi hjá kommununum.
Dagliga virksemið er at umsita hesar sáttmálar, eins og at arbeiða við ítøkiligum spurningum, ið taka seg upp í sambandi við setanar- og lønarviðurskifti.
Sum almennur arbeiðsgevari samstarvar KAF við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, bæði viðvíkjandi sáttmálum og ymsum avtalum um lønarviðurskifti, sambært tí, sum ásett er í § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini.
So hvørt sum kommunurnar hava fingið stór málsøki flutt til sín, eitt nú dagstovna- og eldraøkið, eru heilt nógv fólk komin í starv hjá kommununum. KAF vil saman við kommunum gera sítt til at tryggja, at viðurskiftini hjá hesum starvsfólkum eru greið og væl skipað, soleiðis at dagliga arbeiðið fer fram í góðum samstarvi og virðing millum allar partar.