Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semjur í samband við Covid-19

28. apríl 2020

Í samband við støðuna við Covid-19 vórðu í mars mánað gjørdar fyribils semjur millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ávikavist Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar viðvíkjandi arbeiðstíðum. Semjurnar vóru upprunaliga galdandi til 15. apríl 2020, men vórðu síðan longdar til 30. apríl 2020. Partarnir hava í dag avgjørt at longja avtalurnar enn einaferð, so at hesar nú eru galdandi til 15.05.2020.

Semjurnar eru at finna her.

 

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo