Samráðingar við yrkisfeløgini byrjaðar

Samráðingar við yrkisfeløgini byrjaðar

Sum kunnugt, so gingu sáttmálarnir, sum KAF hevur við tey ymisku yrkisfeløgini, út 1. oktober 2015, og samráðingar við ymisku yrkisfeløgini eru byrjaðar.

Samráðingar við Heilsuhjálparafelag Føroya  um nýggjan sáttmála eru farnar í gongd, og fleiri fundir eru avtalaðir í oktober mánaði.

Fyrsti samráðingarfundur við Maskinmeistarafelagið er eisini avtalaður tann 26. oktober, tá krøv verða handaði. Fleiri aðrar samráðingar eru fyri framman, og hesir fundir verða avtalaðir og lagdir til rættis saman við yrkisfeløgunum í næstum.