Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur skipað seg

22. januar 2021

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur skipað seg á fundi fyrrapartin. Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna er valdur til formann, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu er valdur til næstformann. Umframt hesar er nevndin mannað av Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði, Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda Kommunu, Bogi Bendtsen, SEV og Jóhannus Danielsen, IRF.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið umboðar Kommunufelagið, SEV og IRF á arbeiðsmarknaðinum. Kommunurnar og kommunalir felagsskapir hava sáttmálar og avtalur við øll tey feløg, sum hava limir í starvi hjá kommununum.  Nýggja nevndin í felagnum er nú klár at fara til verka og fyri framman liggja m.a. sáttmálasamráðingar við Føroya Pedagogfelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og handverkarafeløgini.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo