Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Leingjan av semjum í samband við covid-19

15. mai 2020

Semjurnar, sum í mars mánað vórðu gjørdar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ávikavist Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar viðvíkjandi arbeiðstíðum í samband við covid-19, eru enn einaferð longdar og eru nú galdandi til og við 31. mai 2020.

Semjurnar eru at finna her.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo