Kunning í samband við COVID-19

Kunning í samband við COVID-19

Fyri at fyribyrgja smittu av COVID-19 virusi og í tráð við tilmælini frá Løgmanni, Heilsumálaráðnum og landslæknanum, hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tikið avgerð um at útseta allar sáttmálasamráðingar og annað fundarvirksemi komandi tvær vikurnar.

Starvsfólk arbeiða í hesum tíðarskeiðinum í mest møguligan mun heima, og til ber at seta seg í samband við felagið og starvsfólk umvegis telefon ella teldupost, sí heimasíðu felagsins http://www.kaf.fo/