Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Krøv handaði

28. oktober 2015

Samráðingarfundir hava verið við bæði Maskinmeistarafelagið og Føroya Pedagogfelag hesa vikuna.

Mánadagin varð fyrsti samráðingarfundur millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um maskinmeistarar í starvi hjá SEV og IRF. Á fundinum vórðu krøv handaði og gjøgnumgingin.

Mikudagin 28. oktober varð samráðingarfundur við Føroya Pedagogfelag.
Hóast vit hittu Pedagogfelagið til fyrsta fundin, áðrenn summarfrítíðina, so varð ikki farið víðari við samráðingnum fyrr enn nú, tí steðgur kom í, orsakað av løgtingsvalinum.
Á fundinum í dag vórðu krøv handaði frá bæði Føroya Pedagogfelag og arbeiðsgevarunum, Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Samráðingarfundir eru avtalaðir aftur í komandi viku við bæði Maskinmeistarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo