Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið gjørt semju

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið gjørt semju

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørdu tann 5. oktober 2016 semju við Heilsurøktarafelagið um, at sáttmálin verður endurnýggjaður. Semjan ber í sær, at sáttmálin er endurnýggjaður fyri sáttmálaskeiðið frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017. Talan er sostatt um eina semju, ið hevur ligið á láni á rættiliga drúgva tíð, men umsíðir eydnaðist at røkka á mál.

Lønirnar hækka 2,25% 1.oktober 2015 og 1,9% 1. oktober 2016, og er hetta innanfyri sama karm, sum hevur verið galdandi í samráðingunum við hini feløgini.

Partarnir hava harumframt gjørt avtalu um fráboðanarform og fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg, eins og  ymsar dagføringar eru gjørdar í sáttmálanum.