Endamálsorðing

Endamál felagsins er at fremja áhugamál limannaí øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna


Tí vil felagið virka fyri

  • at samskipa lønarlagið og samráðast um sáttmála við starvsfólka- og fakfeløg, sum hava samráðingarrætt
  • at røkja áhugamál limanna í málum um lønar- og setanarviðurskifti, starvsmetingum, útbúgving o.a., og røkja samskifti við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum samráðst verður við og myndugleikar annars, við neyðugum atliti til kommunustýrislógina § 5, stk. 5
  • og ansa eftir, at galdandi sáttmálar verða hildnir
  • at tað slepst undan trætumálum millum arbeiðsgevara og starvsfólk, ella um hetta ikki ber til, at royna at fáa tey loyst á friðarligan hátt, uttan arbeiðssteðg. Verður arbeiðssteðgur ella trætumál, røkir felagið, tá heitt verður á tað, mál arbeiðsgevaranna so langt, sum hóskandi verður hildið.
  • at trætumál limanna millum verður loyst
  • at skeiðvirksemi ella á annan hátt upplýsa limir felagsins um viðurskiftir, ið viðvíkja kommunalum arbeiðsgevara áhugamálum.


Kommunala  Arbeiðsgevarafelagið






«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
R.C. Effersøesgøta 30
FO-100 Tórshavn

Tlf.: 30 24 90
 30 24 92

Far.: 22 63 39
 28 03 39

T-post: kaf@kaf.fo