2015 – aftur við samráðingarborðið

2015 – aftur við samráðingarborðið

Tann 1. oktober ganga teir sáttmálarnir út, sum KAF hevur við ymisku yrkisfeløgini. Tískil eru nógvar samráðingar fyri framman komandi mánaðirnar.

Fyrireikandi fundur var við Pedagogfelagið longu 17. mai, har partarnir tosaðu um samráðingargongdina. Ætlan var tá at leggja sjálvi sáttmálakrøvini fram á fundi seinast í hesum mánaðinum, og síðani at fara undir samráðingarnar. 
 
Løgtingsvalið 1. september fer tó helst at darva samráðingarnar í ein ávísan mun, við tað at lønarkarmurin vanliga verður ásettur í samráð við Fíggjarmálaráðið. Her veldst um, hvussu skjótt landsstýri verður skipað og hvørji sjónarmið fara at mynda búskaparligu kósina frameftir.

Væntandi verða undanfundir við hini feløgini, sum KAF hevur sáttmála við, komandi vikurnar.