Viðtøkur

fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið


Navn og heimstaður
§ 1

Stk. 1
Navn felagsins er: Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, stuttstavað KAF.
 

Stk. 2
Heimstaður felagsins er í Tórshavn.
 

Stk. 3
Limir felagsins eru Kommunusamskipan Føroya, hereftir nevnt KSF, Føroya Kommunufelag, hereftir nevnt FKF, Elfelagið SEV, hereftir nevnt SEV og L/F Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin, hereftir nevnt IRF. 




Endamál
§ 2
 
Stk. 1
Endamál felagsins er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna.
 
Felagið vil tí m.a.
 
  • samskipa lønarlagið og samráðast um sáttmála við starvsfólka- og fakfeløg, sum hava samráðingarrætt
  • røkja áhugamál limanna í málum um lønar- og setanarviðurskifti, starvsmetingum, útbúgving o.a., og røkja samskifti við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum samráðst verður við og myndugleikar annars, við neyðugum atliti til kommustýrislógina § 5, stk. 5.
  • virka fyri og ansa eftir, at galdandi sáttmálar verða hildnir
  • gera sítt til, at tað slepst undan trætumálum millum arbeiðsgevara og starvsfólk, ella um hetta ikki ber til, at royna at fáa tey loyst á friðarligan hátt, uttan arbeiðssteðg. Verður arbeiðssteðgur ella trætumál, røkir felagið, tá heitt verður á tað, mál arbeiðsgevaranna so langt, sum hóskandi verður hildið
  • virka fyri, at trætumál limanna millum verða loyst
  • við skeiðvirksemi ella á annan hátt upplýsa limir felagsins um viðurskiftir, ið viðvíkja kommunalum arbeiðsgevara áhugamálum.




Upptøka
§ 3

Stk. 1
Kommunufeløg og interkommunalir felagsskapir í Føroyum kunna gerast limir við skrivliga at senda umsókn til nevnd felagsins.
 

Stk. 2
Kommunufeløg og interkommunalir felagsskapir, sum gerast limir í felagnum, skriva undir viðtøkur felagsins, soleiðis sum tær eru, ella seinri á lógligan hátt kunnu verða broyttar.




Útmeldan
§ 4

Stk. 1
Eingin kann siga seg úr felagnum, uttan við innskrivaðum brævi og við 6 mánaða freist.

 
Stk. 2
Hóast limur sigur seg úr felagnum, er hann framvegis bundin av galdandi sáttmálum, til hesir halda uppat.

 
Stk. 3
Limur, sum fer úr felagnum, hevur einki krav móti felagnum.




Aðalfundur
§ 5

Stk. 1
Vanligur aðalfundur verður hildin á hvørjum ári í februar/mars mánaða.

 
Stk. 2
Innkalling til vanligan aðalfund verður gjørd í minsta lagi 14 dagar frammanundan og í mesta lagi 4 vikur, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Saman við innkallingini verður sendur grannskoðaður roknskapur og onnur innkomin mál.


Stk.3
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið minst helvtin av nevndarlimunum ella grannskoðari ynskja tað, eisini kann aðalfundur gera av, um eykaaðalfundur skal haldast. Fundarboð skulu verða givin í minsta lagi 14 dagar frammanundan og í mesta lagi 4 vikur áðrenn eykaaðalfundin.


Stk. 4
Atkvøðurætt hava: KSF 2 atkvøður, FKF 2 atkvøður og SEV og IRF hava 1 atkvøðu hvør.
Aðalfundurin er viðtøkuførur tá meira enn helmingurin av atkvøðutalinum eru umboðað. Allar avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.


Stk. 5
Mál, sum skulu viðgerast á vanligum aðalfundi, skulu vera KAF í hendi seinast 6 vikur undan aðalfundinum. Uppskot frá øðrum enn nevndini skulu vera felagnum í hendi í so góðari tíð, at tey kunnu takast við í fundarfráboðanina, um tey skulu koma til viðgerðar á aðalfundi.


Stk. 6
At leggja fyri aðalfundin:
 
a)      Formaðurin skipar fyri vali av fundarstjóra.
b)      Formansfrágreiðing um virki felagsins í farna ári.
c)      Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
d)      Val av grannskoðara.
e)      Innkomin mál.
f)        Ymiskt.




Nevndin
§ 6

Stk. 1
Í nevndini sita 6 limir, sum verða valdir av nýggjum eftir hvørt kommunustýrisval og virka til nýggj nevnd er vald. KSF og FKF velja hvør sínar tveir limir, meðan SEV og IRF velja hvør sín lim. Á sama hátt verða 6 varalimir tilnevndir.
 
Nýggj nevnd tekur við so skjótt sum allir limirnir eru tilnevndir og seinast 01. mai.

 
Stk. 2
Nevndin ger sína egnu starvsskipan.

 
Stk. 3
Nevndin velur sjálv formann og næstformann. Nevndin setur starvsfólk felagsins.
 
Nevndarfundur er so ofta, formaðurin metir tað vera neyðugt, ella um ein nevndarlimur setir ynski fram um tað.
 
Nevndin er viðtøkufør, tá meiri enn helmingurin av nevndarlimunum eru á fundi.
Hvør nevndarlimur hevur eina atkvøðu, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
 
Um tað, sum fer fram á nevndarfundi, verður førd gerðabók, ið allir nevndarlimirnir undirskriva.
 



Limagjald og ábyrging
 § 7

Stk. 1
Tá nýggir limir verða upptiknir skal samráðast um limagjaldið.
 
Formaðurin ger uppskot til fíggjarætlan fyri komandi ár, herundir ásetan av limagjaldi. Formaðurin leggur uppskotið fyri nevndina til góðkenningar í seinasta lagi tann 1. august.
 
KSF og FKF rinda 1/3 hvør av ásetta limagjaldinum. SEV og IRF rinda 1/3 av ásetta limagjaldinum, og av hesum rindar SEV 2/3 og IRF 1/3.

 
Stk. 2
Limirnir ábyrgdast ikki fyri skyldur felagsins.
 



Tekning
§ 8

Stk. 1
Felagið verður teknað av nevndarformanninum saman við einum nevndarlimi, og um honum berst frá, næstformanninum saman við einum nevndarlimi.
 



Samráðingarnevnd
§ 9
 
Stk. 1
Nevndin tilnevnir umboð og formann í samráðingarnevnd. Við sáttmálasamráðingar sum viðvíkja SEV og IRF, kann umboð frá nevndu felagsskapum luttaka sum partur av samráðingarnevndini. Annars kann samráðingarnevndin, eftir meting nevndarinnar, víðkast við umboðum fyri teir einstøku limirnar.
 
Samráðingarnevndin kann, um nevndin ynskir tað, leita sær sakkunnleika aðrastaðni.

 
Stk. 2
Uppgávan hjá samráðingarnevndini er at samráðast við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum hava rætt til at samráðast um øll sáttmálaviðurskiftir.

 
Stk. 3
Samráðingarnevndin ger sína egnu starvsskipan
         


                                                       
Roknskapur og grannskoðan
§ 10

Stk. 1
Roknskaparárið er álmanakkaárið.

 
Stk. 2
Roknskapur felagsins skal grannskoðast av einum skrásettum ella løggildum grannskoðara.
 



Tagnar- og upplýsingarskylda
 § 11
 
Stk. 1
Limir felagsins hava tagnarskyldu viðvíkjandi upplýsingum um innanhýsis viðurskifti í felagnum.

 
Stk. 2
Limirnir hava skyldu til eftir áheitan frá nevndini at lata teir upplýsingar, ið hava týdning fyri at kunna samráðast, umframt upplýsingar um lønar-, arbeiðs- og útbúgvingarviðurskifti fyri
starvsfólkið. Hesir upplýsingar verða viðgjørdir í trúnaði.
 



Trætumál
§ 12

Stk. 1
Verður arbeiðssteðgur ella trætumál millum lim í felagnum og starvsfólk tess, ella starvsfólka- ella fakfelag teirra, binda hinir limirnir í felagnum seg at stuðla og hjálpa viðkomandi limi mest møguligt, heruppí at taka lut í móttiltøkum, sum nevndin í felagnum samtykkir at seta í verk.

 
Stk. 2
Allir limir binda seg til, um nevndin boðar frá tí, ikki at seta fólk hjá teimum limum í starv, har arbeiðssteðgur er, fyrr enn hann er hildin uppat.
 



Gerðarrættur
§ 13
 
Stk. 1
Trætumál millum felagið og lim kann leggjast fyri gerðarrætt.

 
Stk. 2
Í gerðarrættinum eru tveir limir, har felagið velur annan og limurin hin, umframt ástøðumann, sum verður tilnevndur av Føroya rætti.


Stk. 3
Avgerðin hjá gerðarrættinum er endalig, og kann ikki leggjast fyri vanligu dómstólarnar.
 



Avtøka av felagnum
§ 14
 
Felagið verður tikið av, tá ið minst ¾ av limunum ynskja tað.
 
Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins býttar millum limir felagsins, á tann hátt, at miðaltalið fyri limagjaldið trý tey seinastu árini gevur lutfalstalið til hvønn lim.
 



Gildiskoma
§ 15

Hesar viðtøkur fáa gildi, tá ið tær eru samtyktar av KSF, FKF, SEV og IRF
 




Tórshavn hin 18. mars 2009 


Vegna Kommunusamskipan Føroya Vegna Føroya Kommunufelag


Vegna Elfelagið SEV     Vegna L/F Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin 

 
Kommunala  Arbeiðsgevarafelagið





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
R.C. Effersøesgøta 30
FO-100 Tórshavn

Tlf.: 30 24 90
 30 24 92

Far.: 22 63 39
 28 03 39

T-post: kaf@kaf.fo