19. Mar 2012
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur ársaðalfund í hølum felagsins á R.C. Effersøesgøtu 30 mánadagin 19. mars kl. 13.00.
Á skránni er m.a.
- Formansfrágreiðing
- Framløga av fíggjarætlan og grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
- Val av grannskoðara
- Ymiskt
27. Feb 2012
Skeiðið í Kommunurætti er serliga ætlað kommunustýrilsislimum og starvsfólkum í kommunalu fyrisitingunum.
Ætlanin við skeiðnum er at geva luttakarunum eina grundleggjandi vitan um kommunurætt við serligum atliti til føroysk viðurskifti. SKEIÐIÐ ER NÙ FULLTEKNAÐ.
22. Feb 2012
Semja millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er undirskrivað og limirnir í Føroya Pedagogfelag eru farnir aftur til arbeiðis.
20. Feb 2012
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur bjóðað øllum borgarstjórum á fund í komandi viku fyri m.a. at lýsa viðurskiftini viðvíkjandi fyrireikingartíð á barnaansingarøkinum.
09. Feb 2012
Kunningarskriv viðv. verkfallinum hjá Pedagogfelagnum. ...
08. Feb 2012
Í morgun komu pedagogar og hjálparfólk, sum eru í verkfalli á vitjan hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Sí myndir. ...
07. Feb 2012
Í dag er mótmælisgonga í býnum. Seinnapartin komu mótmælisfólk, sum eru limir í Føroya Pedagogfelag framvið KSF-húsinum við sangi, tónleiki og røðum. Hildið varð fram oman á vaglið, og har eru fleiri røður og livandi tónleikur á skránni. ...
07. Feb 2012
Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er uttanlands í arbeiðsørindum ...
19. mars 2012 kl. 13.00. hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ársaðalfund í fundarhølunum í R.C. Effersøesgøtu 30.